Føroyar á EM-gáttini

Føroyar á EM-gáttini
Við framúr sigri á Íslandi við Tjarnir hava føroysku hondbóltskvinnurnar nærum spælt seg til EM-endaspælið. Tapir Portugal fyri Montenegro í annaðkvøld, er plássið tryggjað
Fegnir føroyskir spælarar hava flongt Ísland og eru á gáttini til enn eitt EM-endaspæl
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.04.2026 - 22:35

Hvørjar eru stinnastar í útnorði?

Tað var spurningurin, sum varð settur undan dystinum millum Føroyar og Ísland við Tjarnir mikukvøldið, og svarið kundi ikki verið greiðari eftir loknan tíma á vígvøllinum.

Tá høvdu føroysku kvinnurnar flongt Ísland so dyggiliga og samstundis spælt seg á sjálva gáttina til EM-endaspælið í vetur. 

Pernille Brandenborg gekk á odda við ótrúligum 12 málum upp á 12 skotroyndir, Annika Fríðheim Petersen kom inn og tók pippið frá íslendsku skjúttunum, júst tá tað var neyðugt, men sum Jana Mittún segði eftir dystin; talan var um eitt satt liðavrik. 

 


Pernille Brandenborg skorar eitt av sínum 12 málum í einum framúr avriki (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Annika beindi Føroyar á rætta kós

Fyrstu løtuna bendi einki á, at talan skuldi gerast um sanna hondbóltsveitslu við Tjarnir. Gamaní, Føroyar fingu sera góða byrjan í álopinum, har málini komu í stríðum streymum frá bakkunum og strikuni, men so líðandi fann Ísland stevið og yvirhálaði.

Tá kom Annika Fríðheim Petersen inn í staðin fyri Rakul Wardum, og hon var júst tað, sum heimaliðið hevði brúk fyri. Við fleiri góðum bjargingum tók hon trúnna frá íslendingum, og føroyingarnir fóru framum aftur og til hálvleiks við 18-16 leiðslu.

 

Veitsla við Tjarnir

Eftir steðgin hekk Ísland í eina lítla løtu, men so fóru føroyingarnir undan. Annika Fríðheim Petersen helt fram vð góða spælinum við góðari hjálp frá verjuni, sum ordiliga fekk tak á, og í álopinum komu málini brádliga av øllum plássum.

Bakspælararnir og liðskiparin á strikuni vóru tryggir, og nú komu málini eisini frá vengrunum, sum annars mangan hava verið fyri atfinningum, tí teir misnýta ov illa.

Ísland megnaði snøkt sagt ikki at steðga Føroyum, og tí vaks munurin og trýstið á útiliðið, sum so líðandi gjørdi fleiri og fleiri teknisk mistøk.

 


Føroyska álopsspælið var aftur har, tað eigur at vera, eftir torføran dyst í Portugal seinast. Her er Jana Mittún á veg ígjøgnum (Mynd: Bárður Lydersen)

 

EM-plássið nærum í pottinum

So væl gekst, at venjararnir fingu høvið til at taka fleiri at lyklaspælarunum út, og geva øðrum kjansin. Natasja Hammer tók av við tveimum málum, og Bjarta Osberg Johansen fekk møguleikan at spæla framman fyri føroysku heimafjøldini fyri seinastu ferð.

Júst tað kundi ikki verið meir uppiborið, og seiga strikan kundi fegnast um vunnan dyst og takka fyri eina stásiliga landsliðsleið, sum endar í Montenegro sunnudagin.

Hon fekk ikki fjalt tárini - tey komu av gleði - og alt bendir á, at EM-undankappingini eisini fær ein gleðiligan enda fyri Føroyar. Tapir Portugal fyri Montenegro í annaðkvøld eru hondbóltskvinnurnar í sínum triðja endaspælið á rað, longu áðrenn tær fara á vøllin í Montenegro sunnudagin.

Skuldi tað hent seg, at Portugal vinnur, so er framvegis alt, sum bendir á, at tey seks stigini, sum Føroyar longu hava fingið, verða nóg mikið.

 

Við Tjarnir (EM-undankapping, 5. umfar)

Føroyar - Ísland, 35-30 (18-16)

Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 12, Jana Mittún 7, Rannvá Olsen 5, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Súna Krossteig Hansen 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Natasja Hammer 2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763