Artemis II komin heimaftur

Artemis II komin heimaftur
Í nátt lendi amerikanska Integrity í Kyrrahavinum, eftir at hava verið ein túr til Mánan og heimaftur. 10 daga langa mánamissjónin er liðug.
Artemis II kom trygd aftur til Jarðar eftir at hava verið 10 daga langan túr til Mánan og aftur
Mynd: NASA/Bill Ingalls  
 
11.04.2026 - 16:31

Beint eftir klokkan 1 í nátt okkara tíð lendi Orion-rúmdarfarið í Kyrrahavinum tætt við Kalifornia í USA.

Artemis II-missjónin byrjaði 1. apríl beint áðrenn midnátt okkara tíð, tá SLS-rakettin varð skotin avstað við Orion-rúmdarfarinum, ið manningin hevur doypt Integrity. Astronautarnir eita Reid Wiseman, Victor Glover, Christina Koch og Jeremy Hansen.

Fyrstu ferð síðan 1972
Tað merkisverda við missjónini er, at hetta er fyrsta mannaða mánaferð síðan desembur 1972, tá Apollo 17 var á Mánanum.

Artemis-programmið hevur sum endamál at fáa menniskju aftur til Mánan, og tilsamans fimm missjónir eru ætlaðar, sum stigvíst eru torførari og meiri krevjandi.

Artemis I var ein ómannað missjón í 2022, sum fór til Mánan og í ringrás um hann í umleið 6 dagar, og síðan aftur til til Jarðar.

Artemis II er tann missjónin, sum júst er endað. Hon byrjaði 1. apríl og vardi í 10 dagar. Hon skuldi til Mánan, aftur um hann, og síðan aftur til Jarðar. Á vegnum hava tey so gjørt mátingar og eygleiðingar av ymsum slag.

Til Mánan
6. apríl kom rúmdarfarið til Mánan og fór einaferð aftur um hann, sæð frá okkara sjónarhorni. Tá mistu tey sambandið við Jørðina í umleið 40 minuttir, men komu afturíaftur hinumegin í øllum góðum.

Eina løtu var Artemis II 406.711 kilometrar frá Jørðini, sum er longri burtur, enn nakað menniskja hevur verið fyrr.

Ferðin heimaftur
Og síðan aftur til Jarðar. Á vegnum fekk rúmdarfarið størri ferð, orsakað av tyngdarmegini hjá Jørðini, og hægsta ferðin var 39.688 km um tíman.

Sum væntað misti Artemis II radiosambandið í 4 minuttir í sambandi við, at farið kom inn atmosferuna aftur.
Men tað gekk alt eftir ætlan.

Fallskíggjar vórðu útloystir, og Integrity lendi í Kyrrahavinum millum San Diego og Hawaii kl. 7 munittur yvir 1 í nátt okkara tíð. Og Artemis II-missjónin er endað.

Sum sagt eru fleiri missjónir ætlaðar.

Artemis IV, sum er sett til tíðliga í 2028, er ætlað at lenda á Mánanum. Og Artemis V, sum er sett til seint í 2028, er ætlað at byrja upp á eina basu á Mánanum.

 

1806077

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928