Elsebeth Mercedis: "Eg væntaði ikki, at tað bar til at leypa meg um"

Elsebeth Mercedis: "Eg væntaði ikki, at tað bar til at leypa meg um"
"Tað mást tú spyrja menninar um," svaraði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, tá hon bleiv spurd um, hví hon bleiv umlopin sum landsstýriskvinna
"Hví eg eri blivin umlopin til ein landsstýrissess? Tað mást tú spyrja menninar um," sigur ein bersøgin Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2026 - 13:09

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon í útvarpstíðindunum bleiv spurd, hví hon ikki fekk bjóðað ein landsstýrissess. 

"Tað mást tú spyrja menninar um."

Men umlopin bleiv Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir, ið er einasta kvinna, sum bleiv beinleiðis vald inn á løgting fyri Fólkaflokkin. 

Fólkaflokkurin valdi heldur at senda trý mannfólk út í landsstýrið, hóast Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir var fjórðvald á Fólkaflokslistanum - aftanfyri Beinir Johannesen, Bárð á Lakjuni og Jørgen Niclasen, men frammanfyri Jacob Vestergaard, ið fekk ein landsstýrissess.

"Satt at siga, so væntaði eg ikki, at tað bar til at leypa meg um, um eg kann siga tað soleiðis."

 

TIL_NET_Elsebeth_Mercedis_Gunnleygsdottir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928