Eyðdis Hartmann Niclasen: "Hetta er eitt politiskt hæddarpunkt fyri meg"

Eyðdis Hartmann Niclasen: "Hetta er eitt politiskt hæddarpunkt fyri meg"
"Eg eri øgiliga takksom fyri, at eg sleppi at uppliva hetta einaferð í mínum politiska yrki," segði Eyðdis Hartmann Niclasen, nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum
Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 14:20

Eyðdis Hartmann Niclasen endaði í einum politiskum illveðri í sínum egna flokki í sambandi við málið um fría fosturtøku, sum hon var við til at leggja fyri løgtingið. 

Konservativi parturin av baklandið í Sambandsflokkinum hartaði Eyðdis Hartmann Niclasen fyri at vera við til at leggja málið fram. 

Eyðdis stóð sum drangur í brimi, men hon var sera ivasom um, hvussu tað fór at ávirka hana valkvøldið. 

Eyðdis Hartmann Niclasen fekk eina dygga álitisváttan frá veljarunum, tí hon gjørdist næstvald á Sambandslistanum, og í dag er hon tilnevnd sum landsstýriskvinna í heilsumálum. 

"Eg eri øgiliga takksom fyri, at eg sleppi at uppliva hetta einaferð í mínum politiska yrki," segði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum. 

"Hetta er eitt politiskt hæddarpunkt fyri meg."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006