Margit Stórá: "Undarligt at skula samstarva við andstøðuna"

Margit Stórá: "Undarligt at skula samstarva við andstøðuna"
"Tað er undarligt, at tey, ið mann hevur samstarvað við í nógv ár, brádliga eru andstøðan, meðan andstøðan eru tey, ið mann skal samstarva við," ásannar Margit Stórá
Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 15:09

Nýggja landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá, ásannaði erliga, at hon skuldi venja seg við, at samstarva við tey, ið annars hava verið í andstøðu til hana í nógv ár. 

"Tað hevur verið blokkpolitikkur leingi, har mann hevur verið í parti við teimum somu og ímóti teimum somu í rættiliga nógv ár. Tí er tað undarligt, at tey, ið mann hevur samstarvað við í nógv ár, brádliga eru andstøðan, meðan tey, ið hava verið andstøðan og ofta forbiðið strævin, eru tey, ið mann skal samstarva við," ásannaði Margit Stórá. 

Tað fyrsta, ið Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, ætlar sær at arbeiða við, er at fáa leigustuðulin niðan í løgtingið. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328