Claus vann á Janu í DM-endaspælinum

Claus vann á Janu í DM-endaspælinum
Claus Mogensen stýrdi Ikast til 40-37 sigur á Janu Mittún og Viborg í fyrsta dystinum í endaspælinum um danska meistaraheitið
Jana Mittún strýkur ígjøgnum verjuna hjá Ikast í fyrsta dystinum í endaspælinum um danska meistaraheitið
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
16.04.2026 - 10:24

Jana Mittún og Viborg máttu lúta ímóti Ikast og Claus Mogensen í fyrsta dystinum í endanspælinum um danska meistaraheitið.

Claus Mogensen, sum eisini stendur á odda fyri føroyska landsliðnum, stýrdi Ikast til 40-37 sigur ímóti landsliðsbakkinum og teimum grønu frammanfyri 800 viðhaldsfólkum.

Jana Mittún var besti spælarin hjá Viborg. Hon skeyt átta mál upp á 14 skotroyndir og legði upp til fýra í tepra tapinum.

Ikast er fremst í bólki 2 við trimum stigum, Odense, sum vitjar Mariu Pálsdóttir Nólsoy í Horsens í kvøld, hevði tvey stig við sær í grundspælinum, meðan Viborg og Horsens einki stig hava enn.

 


Claus Mogensen stýrdi Ikast til 40-37 sigur á Viborg HK og Janu Mittún í fyrsta dystinum í endaspælinum um danska meistaraheitið (Bo Amstrup/RitzauScanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053