Seks vikur av brennievni til flogferðslu eftir í Evropa

Seks vikur av brennievni til flogferðslu eftir í Evropa
- Evropa kann hava seks vikur av brennievni til flogfør eftir, um Hormuzsundið ikki verður latið upp aftur, metir Fatih Birol, leiðari á altjóða orkustovninum IEA
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 14:49

Verður Hormuzsundið ikki latið upp aftur fyri allari ferðslu, so kann tað skjótt fara merkjast á flogferðsluni. 

- Evropa kann hava seks vikur av brennievni til flogfør eftir, um Hormuzsundið ikki verður latið upp fyri allari ferðslu, metir Fatih Birol, leiðari á altjóða orkustovninum IEA.

Við tíðindastovuna AP lýsir Birol støðuna sum størstu orkukreppa, heimurin nakrantíð hevur verið í.

- Flutningurin av olju, gass og øðrum týðandi vørum eru steðgaðar í Hormuzsundinum. Tess longri kríggið varar, jú verri verður tað fyri búskaparvøksturin og inflatiónina kring heimin, ávarar Birol.

Størsta ávirkanin fer at síggjast dýrari bensini, gassi og streymi, sigur Fatih Birol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360