Effo verri úrslit

Effo verri úrslit
Herda kappingin á brennioljumarknaðinum sæst aftur
 
19.04.2026 - 11:26

Í juli í fjør byrjaði eitt nýtt oljufelag, Krafta at selja olju til skip, og nakað seinni byrjaði Spf Thomsen at selja til húsarhald.

Herda kappingin á brennioljumarknaðinum sæst aftur í roknskapinum hjá oljufelagnum Effo, sum í 2025 hevði tað ringasta úrslitið fyri skatt í nógv ár.

Nú roknskapurin hjá oljufelagnum Effo fyri 2025 er almannakunngjørdur sæst, at umsetningurin hjá samtakinum er minkaður við sløkum 200 milliónum krónum - úr 1,2 milliardum krónum niður í eina góða milliard krónur. Og úrslitið hjá samtakinum fyri skatt er minknað úr 61,3 milliónum krónum í 2024 niður í 49,8 milliónir krónur í 2025.

Tað er serliga sølan av gassolju til skip, sum er lækkað í 2025 samanborið við 2024. Sølan av brenniolju til sethús heldur fram við at minka, men tað er í tráð við ta gongdina, sum hevur verið í fleiri ár, skrivar Effo. Og orsøkin er, at alsamt fleiri sethúsaeigarar skifta oljufýrið út við aðrar orkuloysnir.

Verður hugt at fíggjarstøðuni, so sæst, at samtakið er minkað í vavi. Við árslok 2024 hevði Effo ognir fyri 411 milliónir krónur, men tað er minkað við 60 milliónum krónum, so felagið við árslok í 2025 hevði ognir fyri tilsamans 351 milliónir krónur.

Tað er í høvuðsheitum goymslan við árslok í fjør sum er nakað minni enn árið frammanundan og tað, sum felagið eigur til góðar fyri sølu, sum eisini er minkað við einum triðingi. Effo er tó framvegis sera væl fyri. Felagið hevur eina eginogn uppá 186 milliónir krónur við árslok í 2025.

Effo rindar partaeigarunum 35 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2025.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938