Hákun flúgvandi í steypasigri: "Hetta er øgiliga feitt"

Hákun flúgvandi í steypasigri: "Hetta er øgiliga feitt"
Hákun West av Teigum skeyt seks mál fyri Füchse Berlin, sum við stórsigri á Bergischer vann týska steypagullið. "Tað ræður um at taka kjansin, tá hann kemur," segði vongurin
Hákun West av Teigum kann fegnast um enn eitt gull saman við liðfeløgunum úr Füchse Berlin
Mynd: Fuchse Berlin  
 
19.04.2026 - 18:33

Hákun West av Teigum var flúgvandi, tá Füchse Berlin tryggjaði sær týska steypagullið við stórsigri á Bergischer. 

Føroyski vongurin skeyt fimm mál fyri steðgin og legði eitt afturat í seinna hálvleiki og átti sostatt stóran leiklut í 42-33 finalusigrinum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum ikki hevur vunnið kappingina síðan 2014.

 - Hetta er øgiliga feitt. Hetta er nakað, sum felagið hevur roynt í øgiliga nógv ár. Her eru nógvir spælarar, sum hava spælt her í eini sjey ár og hava endiliga vunnið tað nú, segðu Hákun West av Teigum við útvarpið.

 

260419_HAKUN_UF

 

Landsliðsspælarin, sum leggur steypagullið afturat týska meistaraheitinum í fjør, var fegin og lítillátin eg egið avrik í Lanxess Arena í Køln.

 - Soleiðis er viðhvørt. Sum vongur hevur tú ikki nógv vald á, hvussu nógvar bóltar tú fært. Viðhvørt er tað seks, sjey bóltar, sum í dag, og viðhvørt eru tað ikki so nógvir, so tað er bara at taka kjansin, tá hann kemur, og tá hann kemur í eini finalu, er tað sjálvandi stuttligari, segði Hákun West av Teigum, beint eftir at gullið var komið um hálsin.

 

 

Magdeburg, sum tapti óvæntaðfyri júst Bergischer í hálvfinaluni í gjár, sær út til at fara avstað við týska meistaraheitinum hetta kappingarárið, men Füchse Berlin er í fjórðingsfinaluni í Champions League, har mótstøðuliðið verður Veszprém.

 - Vit eru í fjórðingsfinaluni, og tað er eitt heiti afturat, sum vit kunnu vinna fyri at markera okkum sum eitt topplið í Evropa og í Týsklandi, segði føroyski landsliðsvongurin.

Fjórðingsfinalurnar liggja báðu megin maánaðarskiftið, og síðan kemur uppgerð ímóti Kiel. Eftir hetta skal Hákun West av Teigum royna at spæla Føroyar til HM-endaspælið í tveimum røkkstøkk-dystum ímóti Bosnia úti 14. mai og heima 16 mai. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386