ÍF koppaði sigursvandu klaksvíkingunum

ÍF koppaði sigursvandu klaksvíkingunum
ÍF koppaði seriuvinnarunum úr Mjølni, meðan SÍ, sum longu er føroyameistari, hevði stórar trupulleikar av Fleyr
20.04.2026 - 17:32

Mjølnir, sum hevur verið í sjey steypafinalum á rað, skal ikki verja heitið í ár.

ÍF steðgaði nevniliga longu sigursrøðini hjá klaksvíkingum við 3-1 sigri í hálvfinaluni í Kollafirði leygardagin.

Fuglfirðingar vunnu fyrsta settið, áðrenn Mjølnir javnaði til 1-1 eftir tógvi stríð. ÍF fótaði sær tó kortini aftur, og vann triðja og fjórða sett sannførandi og uttan stórvegis trupulleikar.

ÍF - Mjølnir, 3-1 (25-17 24-26 25-19 25-19)

 

Í hinari hálvfinaluni var SÍ stórfavorittur ímóti Fleyr, men tað sást ikki aftur í tveimum teimum fyrstu settunum. 

Fleyr vann tað fyrsta trygt og annað sett 26-24, og so var brádliga 2-0 til havnarliðið. 

SÍ fótaði sær kortini í stórum stíli, við trimum settsigrum á rað. Javnbrótarin endaði 14-6 til sørvingar, sum nú fara eftir greipuni.

SÍ - Fleyr, 3-2 (20-25 25-27 25-16 25-18 15-6)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763