Biðja um tilboð upp á vøruflutning hjá almennum stovnum

Biðja um tilboð upp á vøruflutning hjá almennum stovnum
Í 2024 kostaði flutningurin 8,3 mió. kr. Nógv tað mesta var flutt sjóvegis
Í 2024 kostaði flutningurin 8,3 mió. kr. Nógv tað mesta, 7,4 milliónir, var fyri sjóvegis flutning. (Savnsmynd)
 
24.04.2026 - 08:27

Gjaldstovan biður nú um tilboð upp á vøruflutning hjá almennum stovnum til Føroya.

Talan er um 80 stovnar.

Teir stovnar, sum flyta flestu vørur til Føroya, eru Rúsdrekkasølan, Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Landsverk, Kringvarpið, Suðuroyar sjúkrahús, Heilsufrøðisliga starvstovan, Umhvørvisstovan, Fróðskaparsetrið og Tjóðsavnið.

 

Tað mesta flutt sjóvegis

Í 2024 kostaði flutningurin 8,3 mió. kr. Nógv tað mesta, 7,4 milliónir, var fyri sjóvegis flutning.

Flogfarmur kostaði 400.000 kr., 300.000 kr. fóru til tollavgreiðslugjøld og vøruhotell kostaðu 200.000 kr. 

800 tollavgreiðslur vóru í 2024.

Gjaldstovan vil hava trý ára rammusáttmála.

Kjarnuuppgávan er at vera tænastuveitari hjá landsins stovnum, tá teir hava bruk fyri flyta vøru til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262