12 ferðamannaskip til Vestmanna í summar

12 ferðamannaskip til Vestmanna í summar
Flestu ferðafólkini keypa sær ferðir undir Vestmannabjørgini og eru við í skipaðum gonguferðum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum
Vestmanna havn tekur móti skipum, sum vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk. 
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
30.04.2026 - 10:42

Í ár hava 12 ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma til Vestmanna í summar.

Í fjør vóru tey átta og tvey í 2024.

Men longu nú hava 15 skip biðið um pláss summarið 2027.

Bókingar eru eisini gjørdar fyri 2028.

 

Undir Vestmannabjørgini

Flestu ferðafólkini keypa sær ferðir undir Vestmannabjørgini og eru við í skipaðum gonguferðum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum.

Vestmanna havn tekur móti skipum, sum vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk. 

Fyrsta skipið í ár kemur sunnudagin 10. mai, og tað síðsta kemur mikudagin 23. september.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870