USA tekur 5.000 herfólk úr Týsklandi

USA tekur 5.000 herfólk úr Týsklandi
Amerikanski forsetin er misnøgdur við, at týski kanslarin, Friedrich Merz, hevur funnist at USA og krígnum í Iran, samstundis sum evropeisku NATO-londini ikki vildu hjálpa
Pete Hegseth, verju- ella krígsmálaráðharri, fylgir boðunum hjá forsetanum um, at herfólk skulu takast heim úr Týsklandi
 
02.05.2026 - 15:13

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur gjørt av, at 5.000 av teimum 36.000 herfólkunum, sum amerikanarar hava í Týsklandi, skulu takast heim.

Tað hendir eftir eina ósemju millum amerikanska forsetan, Donal Trump, og týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz, um kríggið í Iran. Friedrich Merz segði, at hann ikki heldur, at amerikanarar hava nakra ætlan í Iran yvirhøvur, og hann dugdi í grundini ikki at síggja, hvussu amerikanarar skuldu sleppa úr aftur Iran.

Og hann heldur samstundis, at iranar hava eyðmýkt amerikanarar við ikki at samráðast, hóast teir hava latið sum um.

Sambandið millum USA og Evropa hevur verið versnandi síðan stjórnin hjá Donald Trump tók við í fjør. Amerikanski forsetin hevur verið misnøgdur við handilsavtalurnar, hann hevur verið misnøgdur við NATO og seinast hevur hann eisini verið misnøgdur við at evropeisku sameindu hjá USA ikki vildu senda herdeildir til Hormuzsundið. Serliga hevur tað rakt Týskland og Frakland, men nú eisini Italia og Spania, har Italia ikki er nøkur hjálp og har Spania sambært amerikanska forsetanum er ræðuligt.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1810390

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928