Breddin: Heimsins javnasta samfelag?

Breddin: Heimsins javnasta samfelag?
Føroyar er heimsins javnasta samfelag er vanliga fatanin hjá føroyingum flest. Men hvat vita vit um tað? Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.
 
07.05.2026 - 08:37

Føroyar er heimsins javnasta samfelag. Hetta hoyra vit javnan - bæði frá politikarum og føroyingum annars. 

Her er eingin yvirklassi - vit hitta løgmann og bankastjóran tá vit keypa inn og búgva hurð um hurð. 

Men er tað veruliga so javnt? Men frágreiðingar vísa, at børn eru í Føroyum, sum ikki fáa nøkta grunnleggjandi tørv sum mat, tannkrem og hita.

Vit hava tøl, sum vísa, at vit eru millum javnastu samfeløg tá tað kemur til inntøkur, men hvussu er tá tað kemur til ogn?

Tað vita vit faktisk einki um. 

Samfelagið er ríkari - tað síggja vit. Men tjóðarroknskapurin vísir, at stóra virðisøkingin seinastu árini er endað á fáum hondum. 

Eisini eru ørandi høgu húsaprísirnir tekin um stóran ójavna, siga búskaparfrøðingar.

Í Breddanum í dag fara vit at hyggja uppá ójavna og hvat kunnu vit siga um, hvussu javnt samfelagið er.

Seinni í sendingini er politiskt kjak.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV