Kommunur fáa mvg og skatt av eftirløn

Kommunur fáa mvg og skatt av eftirløn
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um fíggingarleist, nú eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita
 
27.12.2013 - 15:19

356,4 mió. kr. er talið, sum landsstýrið framvegis, men tó fyribils, heldur seg til, nú eldraøkið skal latast kommununum 1.januar 2015.

Tað sæst í einum uppskoti um fíggjarleist, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt. 

Upprunaliga var ætlanin at lata kommunalu samstarvseindunum pengarnar úr landskassanum. Men hetta er broytt. Nú verður skotið upp, at hvør kommuna fær pengarnar beinleiðis. Fíggjarmálaráðið sigur, at talið 356,4 milliónir er ikki endaliga talið. Hetta er tað, sum eldraøkið sambært Fíggjarmálaráðnum kostar í dag.   

Lógin kemur næsta ár

Lógin um, hvussu eldraøkið skal fíggjast, verður gjørd næsta ár. Tá verður upphæddin ásett eftir metta kostnaðinum fyri at reka økið í 2015, tá kommunurnar eftir ætlan hava yvirtikið málsøkið. Fíggjarmálaráðið hevur eisini uppskot um, hvussu pengarnir til kommunurnar skulu finnast.

Kommunurnar skulu fáa afturbering fyri mistar inntøkur av skattafrælsi og frádráttum í skattligum serskipanum, so sum DIS, FAS, fiskimannafrádrátti og uttanlandsfrádrátti. Skatturin av eftirlønarinngjøldum verður latin kommununum eftir, hvussu nógvir fólkapensjónistar búgva í kommununi.

Missa skatt av kapitaleftirlønum

Og kommunurnar fáa ein part av meirvirðisgjaldinum, eisini eftir, hvussu nógvir fólkapensjónistar búgva í kommununi. Men kommunurnar fara at missa sín part av skattinum av kapitaleftirlønunum. Hetta avgjaldið minkar so líðandi og hvørvur at enda, nú inngjøldini og ikki útgjøldini, verða skattað.  

Á fyrsta tingfundinum í nýggja árinum, 7.januar, fer løgtingið at viðgera uppskotini hjá Almannamálaráðnum um at lata kommunurnar fáa eldraøkið um eitt ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928