Barnakekkur økir ikki barnatalið

Barnakekkur økir ikki barnatalið
Lagaligari barsilsskipan og størri barsilsgjald gera nógv størri mun, halda Sigrún Jónsveinsdóttir og Rósa Tyril, sum vóru í Breddanum fyrrapartin
Landsstýrið ætlar at lata skattafrían kekk upp á 20.000 kr. úr Barsilsskipanini til tann, sum fær eitt barn.
 
12.05.2026 - 13:42

At landsstýrið ætlar at útskriva barnakekkar á 20.000 krónur til teirra, sum gerast foreldur, fer ikki at gera, at nógv fleiri børn verða fødd í Føroyum.

Men ein lagaligari barsilsskipan og størri barsilsgjald kann gera mun. 

Tað siga Sigrun Jónsveinsdóttir og Rósa Tyril, sum stillaðu upp fyri ávíkavist Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin til løgringsvalið 26. mars.

 


Sigrun Jónsveinsdóttir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


Rósa Tyril. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin stendur soleiðis:

"Barsilsskipanin skal vera smidligari, so foreldur sjálvi kunnu leggja til rættis.
Hámarkið í barsilsskipanini eigur støðugt at hækka upp í 60.000 kr. Foreldur eiga ikki at fara niður í løn, tá ið tey fara í barnsburðarfarloyvi.
Vit vilja lata ein skattafrían barnakekk upp á 20.000 kr. úr Barsilsskipanini, tá ið ein fær eitt barn."

Sigrun Jónsveinsdóttir og Rósa Tyril vóru í Breddanum fyrrapartin: 

 

12052026_Sigrun_og_Rosa

 

Allur Breddin kann hoyrast her


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457