Landsverk: 300 milliónir um árið til vegir, tunlar og viðlíkahald

Landsverk: 300 milliónir um árið til vegir, tunlar og viðlíkahald
Tørvurin er lýstur í nýggjari frágreiðing, sum Landsverk hevur latið Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í samferðslumálum
Í nýggju frágreiðingini verður skotið upp, at ein verklagslóg verður gjørd fyri tær 200 milliónir krónurnar, sum skulu markast til viðlíkahaldið  næstu fýra árini. (Savnsmynd)
 
20.05.2026 - 15:00

300 milliónir krónur um árið.

Tað er árligi løgukarmurin, sum Landsverk hevur brúk fyri um árið bara til landsvegakervið næstu árini, um tunnilsætlanirnar hjá Løgtinginum skjulu fremjast, og neyðuga viðlíkahaldið eisini skal gerast.

Upphæddin er nærum ein tvífalding av upphæddini, sum í meðal er brúkt upp á landsvegakervið seinastu tíggju árini - tann upphæddin er 155 milliónir krónur - men tá verður hond samstundis tikin um risastóra viðlíkahaldseftirsleipið, ið hevur hópað seg upp gjøgnum áratíggju.

 


Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki.

 

Nýggj frágreiðing

Tørvurin er lýstur í einari spildurnýggjari frágreiðing, sum Landsverk hevur skrivað, og sum er latin Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ið varðar av Landsverki. 

Við í karminum hjá Landsverki eru 200 milliónir krónur um árið næstu fýra árini, sum skulu markast til at taka toppin av ógvusliga viðlíkahaldseftirsleipinum.

Seinastu tølini fyri eftirsleipið siga, at tað er uppá tilsamans 375 milliónir krónur, men Marjun Weihe Thomassen, stjóri í Landsverki, segði við útvarpið í gjár, at tað talið er frá einari umleið 10 ára gamlari uppgerð, og er nógv størri nú.

Í nýggju frágreiðingini verður skotið upp, at ein verklagslóg verður gjørd fyri tær 200 milliónir krónurnar, sum skulu markast til viðlíkahaldið  næstu fýra árini, og frameftir skal viðlíkahald roknast við, tá nýggjar íløgur verða gjørdar í vegir og tunlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523