Vit vóru ikki bangin

Vit vóru ikki bangin
Tá íbúgvarnir í Kiev ikki tóktist vera bangin, so gjørdust vit heldur ikki bangin, siga syskini Edith og Jóhan Petur Johannesen, sum júst eru heimafturkomin úr Ukreina.
 
28.05.2026 - 10:40

Samkoman Oasan hevur savnað pening inn frá føroyingum kring alt landið, sum verða nýttir til hjálpararbeiði í Ukreina, og í hesum sambandi fóru syskini Edith og Jóhan Petur Johannesen yvir at eygleiða, hvat pengarnir vóru brúktir til.

- Vit fóru við bussi úr Pólandi og búðu hjá privatfólki, tá vit komu til Kiev, greiða tey bæði frá, og leggja afturat, at sjálvt um tey vóru eitt sindur bangin, tá tey komu, so hvarv óttin rættiliga skjótt, tá tey sóu, hvussu róligir íbúgvarnir í ukreinska høvuðsstaðnum vóru.

Við sær høvdu Jóhan Petur og Edith pengar, sum kundu brúkast til at keypa mat til teirra sum tørvaðu, og so vitjaðu tey eisini fólk, sum longu høvdu fingið hjálp.

Felagsskapurin, sum Oasan samstarvar við, hevur bygt fleiri enn 350 smáhús, sum kunnu koma skjótt upp at standa, tá fólk missa hús og heim í krígnum.

a_1457-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938