Føroysk kvinna eisini ákærd fyri svik í Noregi

Føroysk kvinna eisini ákærd fyri svik í Noregi
Cristina Matras, sum er dømd í Danmark fyri at hava svikað offur fyri 10 mió. kr., er nú eisini ákærd í Noregi fyri grovt svik og fyri at látast at vera løgreglufólk
Cristina Matras var handtikin í Danmark í mars 2025. Hon var dømd hálvt fimta ára fongsul.
Mynd: TV2 Danmark  
 
29.05.2026 - 13:53

Ein 58 ára gomul kvinna, sum er dømd fýra og eitt hálvt ára fongsul í Danmark fyri svik, er nú eisini ákærd fyri svik fyri í minsta lagi 2,3 milliónir krónur í Noregi. 

Føroyska kvinnan - Cristina Matras - er sjúkrasystir, og var dømd fyri at hava svikað offur fyri 10 mió. krónur og roynt at svika fyri aðrar 37 mió. krónur í Danmark.

Hon var dømd í november í fjør. Málið hevur verið lýst í sending á danska TV2 nevnd "Den falske politikommisær."

Í Noregi er hon akærd fyri frælsistøku, grovt svik og fyri at látast fyri at vera løgreglufólk. Hetta skal hava kostað einari 76 ára gamlari kvinnu í Noregi 2,3 mió krónur.

Málið í Noregi byrjar við, at tann 76 ára gamla fyrst verður uppringd og síðani fær vitjan av fólki, sum siga seg koma frá norsku løgregluni og Interpol.

- Tann skuldsetta - Cristina Matras - lætst vera frá Interpol og fekk offrið til at halda, at hennara konto var hakkað, og at hon skuldi samstarva við løgregluna fyri at fáa pengarnar aftur, stendur at lesa í ákæruritinum.

 


Rættarmálið móti Cristinu Matras í Noregi verður viðgjørt í Molde. (Mynd: TV2 Norge)
 

Nøtte

Eftir at pengarnir hjá kvinnuni vóru horvnir, vóru fáar upplýsingar, sum kundu vísa, hvør stóð aftanfyri. Men tann 76-ára gamla mintist ein avgerandi staklut.

Kvinnan, sum var á vitjan, var sera fegin fyri Nøtte. Hon var so glað fyri Nøtte, at hon hevði keypt seks stór íløt við Nøtte.

Tá ið so løgreglan kannaði handlar í nánd, sum høvdu selt so stórar nøgdir av Nøtte um somu tíð, kom løgreglann fram á keyp og yvirvøkumyndir av Cristinu Matras, sum keypti seks stór íløt av Nøtte.

 

Lokkað at keypa íbúð í Turkalandi

Sjálv viðgekk hon í rættinum í Molde, at sær dámdi sera væl Nøtte og legði afturat, at tað høvdu øll í rættinum lagt til merkis. Hon viðgekk eisini, at hon hevði verið heima hjá tí 76-ára gomlu, og at hon hevði verið við henni á eini ferð til Turkalands. 

Sambært ákæruritinum verður tann 76 ára gamla lokkað til at keypa eina íbúð í Turkalandi, og skal ikki siga nakað við nakran - hvørki familju ella vinir. Tað er hendan lokkingin og villleiðingin, sum gera, at Cristina Matras verður ákærd fyri frælsistøku.

Norski ákærumyndugleikin krevur, at hon verður dømd trý og eitt hálvt ára fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Føroyingur byggir mánabil
209093
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039