Skipari: Góðskan á bankatoskinum er tann sama

Skipari: Góðskan á bankatoskinum er tann sama
Gundur Sørensen, skipari á Anru, ætlar at halda fram at royna á Føroyabanka í summar, hóast fiskifrøðingur mælir til at bíða við fiskiskapinum til í heyst
Anru roynir á Føroyabanka.
 
02.06.2026 - 11:27

- Góðskan er tann sama sum tey seinastu árini.

Tað tað Gundur Sørensen, skipari á llínubátinum Anru, hóast størsti toskurin av Føroyabanka verður seldur fyri áleið 30 krónur fyri kilo.

Prísurin er umleið 10 krónur minni enn fyri størsta toskin av landgrunninum.

Í farnu viku søgdu fiskifrøðingurin, Petur Steingrund, og Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya, at hetta er ringasta árstíð at fiska tosk á Føroyabanka, um hugt verður at góðskuni og prísinum. Rættast hevði verið at bíðað til í heyst, tá toskurin aftur er feitur, halda teir. 

Gundur Sørensen hevur roynt á Føroya Banka síðani 2019. Hann er ikki av somu áskoðan, at hetta er ringasta árstíð at fiska bankatosk. Góðskan á bankatoskinum er nevniliga ikki nógv øðrvísi nú, enn aðrar tíðir á árinum, sigur hann.

Og tí fer Anru aftur á Føroya Banka at royna gjøgnum summarið, hóast fiskifrøðingar siga, at frægast er at bíða til í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062026_ANRU

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542