Vilja brúka írska formansskapin til føroyskan fyrimun

Vilja brúka írska formansskapin til føroyskan fyrimun
Írski sendiharrin í Danmark hevur verið á vitjan í Føroyum, og formaðurin í uttanlandsnevndini hevði eisini fund við hann um fríhandilsavtalu við ES
ìrski sendiharrin í Danmark, Kyle O’Sullivan, og Jørgen Niclasen, formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Løgtingið  
 
09.06.2026 - 18:00

- Slíkar vitjanir eiga vit at brúka til okkara fyrimun.

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í uttanlandsnevndini, eftir at írski sendiharran í Keypmannahavn, Kyle O’Sullivan, var á vitjan í Føroyum í farnu viku.

Írland fyrireikar í løtuni at taka við formansskapinum í ES-ráðnum, og sambært formanninum í uttanlandsnevndini er tað eitt upplagt høvi hjá Føroyum at gera vart við ynskið um fríhandilssátmála.  

Føroyska útflutningsvinnan hevur leingi eftirlýst betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin. Eitt nú vísti Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðingini fyri 2025 á, at myndugleikarnir eiga at raðfesta arbeiðið at bøta um verandi avtalur við ES.

Umleið helvtin av øllum tí, sum Føroyar útflyta, fer á ES-marknaðin. Og umleið helvtin av øllum tí, sum vit innflyta, kemur úr ES-londum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09062026_Jorgen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928