Ferðafólkatalið vaksið 45 prosent í tíggju ár

Ferðafólkatalið vaksið 45 prosent í tíggju ár
Aftur í fjør setti ferðafólkatalið á flogvøllinum met. 11.000 fleiri komu og fóru um flogvøllin enn árið fyri
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, væntar enn størri virksemi á flogvøllinum í ár
 
03.01.2014 - 13:56

Tey, sum koma og fara um flogvøllin, gerast alsamt fleiri, og aftur í fjør setti ferðafólkatalið met.

Tilsamans komu og fóru 236.181 ferðafólk um flogvøllin, og tað eru 11.000 fleiri enn árið. Vøksturin er sløk fimm prosent. Gamla metið var í 2012, tá 225.532 fólk komu og fóru um flogvøllin.

Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið vaksið 45 prosent - úr 163.000 í 2003 upp í 236.000 í fjør.

Góð útlit

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at útlitini fyri vøkstri aftur í ár eru góð. Í mai verða nýggja farstøðin og tænastubygningarnir tikin í nýtslu. Ferðavinnan sigur, at fleiri føroyingar, sum ætla sær uttanlands, og útlendingar, sum ætla sær til Føroya, hava bílagt sær ferð, og oljuboringin fer eisini at hava nógv virksemi við sær á flogvøllinum í ár.

Onnur feløg

Enn er tó einki, sum bendir á, at onnur flogfeløg fara at flúgva til Føroya. Umboð fyri fleiri útlendsk feløg hava verið í Føroyum og kunnað seg um umstøðurnar í Vágum, men tað tekur tíð at byggja upp rutur, og hetta arbeiðið heldur fram, sigur Jákup Sverri Kass. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256