- Tíðindi, mentan og ítróttur
Final Four: - Smálutirnir verða avgerandi

Füchse Berlin og Magdeburg hava verið kappingarneytar síðstu árini.
Í fjør vunnu Hákun West av Teigum og teir í høvuðsstaðarfelagnum meistaraheitið, meðan Magdeburg dró longra stráið í Champions League, har liðini brustu saman í finaluni.
Higartil hetta kappingarárið hevur Füchse Berlin vunnið steypakappingina, meðan Magdeburg fór avstað við meistaraheitinum.
Tí eru tað tvey topptunað lið, sum kenna hvørt annað út og inn, sum bresta saman í Champions League hálvfinaluni í Lanxess-høllini í Køln seinnapartin leygardagin. Magdeburg vann sum sagt í fjør og í 22/23, meðan Füchse Berlin leitar framvegis eftir sínum fyrsta CL-gulli.
- Tað verður øgiliga javnt. Vit vita, hvat kemur, men tað er sjálvandi eisini øgiliga ringt at steðga tí, segði Hákun West av Teigum við EHF fríggjadagin. Føroyski landsliðsvongurin vísir á øgiligu styrkina, sum Magdeburg hevur mann ímóti manni.
LES EISINI: Risastórt at spæla Final Four
Mathias Gidsel er heimsins størsta hondbóltsstjørna og danski bakspælarin er týdningarmesti spælarin hjá Berlin-felagnum, sum síðstu árini hevur klintra upp í heimstoppin. Eisini hann væntar ein knallharðan dyst ímóti Magdeburg.
- Eg haldi, at hetta eru fýra tey bestu liðini í ár, sum møtast hetta vikuskiftið. Eg gleði meg og vóni, at vit kunnu spæla upp til okkara besta, tí tað mugu vit, tí annars vinna vit ikki á Magdeburg, segði Mathias Gidsel við EHF.
Magdeburg havt munin í ár
Magdeburg hevur havt munin, tá liðini hava spælt í Bundesliguni í ár. Eysturtýski risin vann 39-32 í Berlin í heyst, og Füchse Berlin mátti lúta 35-33 í Magdeburg í seinna dystinum.
Í hinari hálvfinaluni spæla spanska stórfelagið Barcelona, sum hevur vunnið kappingina heili 11 ferðir, og danska Aalborg, sum tapti finalurnar í 20/21 og 23/24 ímóti júst Barca.
Füchse Berlin og Magdeburg spæla fyrru hálvfinaluni klokkan 14.00, meðan Barcelona og Aalborg spæla seinna dystin klokkan 17.00. Vinnararnir spæla finalu sunnudagin, meðan tapararnir mugu taka til takkar við bronsudysti.

























