Barði liggur enn í Havn

Barði liggur enn í Havn
Manningin er farin til Íslands, men maskinmeistararnir eru eftir í Føroyum
Íslendska uppsjóvarskipið Barði á Havnini. Umvælingin verður mett at taka minst fyra vikur.
 
16.06.2026 - 08:30

Íslendska uppsjóvarskipið Barði, sum eldur kom í seinnapartin fríggjadagin, tá skipið varð statt norðan fyri Føroyar, liggur enn í Havn.

Austurfrétt skrivar, at manningin kom til Íslands í gjár.

Men maskinmeistararnir eru eftir í Havn. 

Og skaðin í maskinrúminum var mettur í gjár.

Fólk frá reiðaríinum, Síldarvinsluni, og skaðanevndin komu til Havnar í gjár.

Barði skuldi fara at fiska svartkjaft 10. juli. Men so verður neyvan, tí umvælingin er mett at vara minst fýra vikur.

 

Hol á oljuslangu

Orsøkin til eldin er helst tann, at hol er komið á eina oljuslangu, so olja sprændi á maskinua.  

Brimil sleipaði Barð á Havnina.  

Manningin, sum bara var fimm mans hendan túrin, sløkti sjálv eldin. Eingin fólkaskaði var.

Eldurin gjørdi, at skipið misti streymin.

Barði var á veg til Íslands úr Føroyum, har hann júst hevði verið á beding, skrivar Austurfrétt.

Farið var í gjøgnum maskinuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928