Skulu síggja hvat ferðaseðilin í roynd og veru kostar

Skulu síggja hvat ferðaseðilin í roynd og veru kostar
Londini í ES eru samd um nýggjar reglur fyri flogfeløg
ES-londini eru samd um nýggjur reglur fyri flogfeløg, sum tað sæst, hvat ferðaseðilin í roynd og veru kostar.
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.06.2026 - 09:16

ES-tingið og limalondini í ES eru samd um nýggjar reglur, sum millum annað fara at gera tað lættari at síggja, hvat flogferðaseðlar í roynd og veru kosta.

Sambært nýggju reglunum skal eitt hondviðføri verða íroknað flogferðaseðlaprísirnar á netinum.

Hetta skal gera tað lættari at samanbera prísir, hóast flogfeløg framvegis frítt kunnu bjóða bíligari ferðaseðlar, sum ikki fevna um viðføri.

Ein onnur broyting er, at foreldur ókeypis kunnu bíleggja pláss við síðuna av sær til smábørn.

 

Rætt til endurgjald

Ferðafólk fáa framvegis rætt til endurgjald, um tey ferðast við einum flogfari, sum er seinkað í minsta lagi tríggjar tímar. 

Men nú skulu flogfeløg kunna ferðafólkini innan 96 tímar um mannagongd fyri at krevja endurgjald. Hetta fer helst at hava við sær, at fleiri ferðafólk fáa tað, tey hava rætt til.

- Avtalan er stórt framstig fyri evropisk ferðafólk og fyri flogferðsluøkið í Evropa, sigur Apostolos Tzitzi-kostas, ES-kommisserur fyri burðardygga samferðslu og ferðavinnu.

Semjan um nýggju reglurnar varð gjørd í Strasbourg í gjár. Tær eru ikki samtyktar enn, men tað verður væntandi ein formalitetur, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514