Framskriving: Fíggjarlógin næsta ár 59 milliónir í halli

Framskriving: Fíggjarlógin næsta ár 59 milliónir í halli
Talan er bara um framskrivingar av verandi virksemi og ongar politiskar raðfestingar
Framskrivingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at tað verður 330 milliónir dýrari at reka samfelagið næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2026 - 08:34

Fíggjarlógin fyri næsta ár fer at hava 59 milliónir krónur í halli.

Tað vísa framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2027, sum Fíggjarmálaráðið nú hevur gjørt.

Talan er bara um framskrivingar av verandi virksemi, ongar politiskar raðfestingar. 

Játtanarkarmar skulu vanliga leggjast fyri løgtingið og samtykkjast fyri 1.apríl, men í ár varð løgtingsval útskrivað 25. februar, og nývalda løgtingið kom ikki saman fyrr enn 13. apríl.

Uppskot til játtanarkarmar kom tí ongantíð úr Fíggjarmálaráðnum í tingið.

 

Framskrivað uppskot

Fíggjarmálaráðið hevur nú gjørt eitt tekniskt, framskrivað uppskot til játtanarkarmar fyri 2027, sum byggir á tær fortreytir, sum higartil eru kendar.

Eitt nú verður framskrivað fyri lønarhækkingum næsta ár, og er tað gjørt við støði í tvey ára sáttmálanum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum er galdandi til 1. mai 2028.

Roknað verður við, at almannaveitingar, pensjónir og lestrarstuðul hækka 2,94 prosent. 

Mett er eisini um fólkavøkstur og broytta fólkasamanseting - her verður staðfest, at næstan allur vøksturin í rakstrinum av landshúsarhaldinum næstu árini verður innan almanna- og heilsuøkið.

 

Fíggjarlógin 8,9 milliardir í 2027

Samanlagt vísir framskrivingin hjá Fíggjarmálaráðnum, at raksturin av samfelagnum dýrkar 331 millónir krónur - úr sjey milliardum og 152 milliónum krónum í ár upp í sjey milliardir og 483 milliónir krónur næsta ár. 

Íløgurnar næsta ár verða settar til 600 milliónir krónur.

Og tí eru samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum 8 milliardir og 83 milliónir krónur í 2027.

Samlaðu inntøkurnar eru framskrivaðar til átta milliardir og 24 milliónir næsta ár.

 

180 milliónir meira í skatti

Her verður roknað við 180 milliónum krónum meira í landsskatti næsta ár enn í fíggjarlógini fyri í ár, inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi økjast við 125 milliónum, inntøkurnar frá felagsskatti vaksa 90 milliónir, og kapitalvinningsskatturin gevur eisini 90 milliónir meira í landskassan næsta ár. 

Úrslitið hjá landskassanum - tað er munurin millum inntøkur og útreiðslur - verður sambært framskrivingini 59 milliónir krónur í halli.

Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2027 eru gjørdir av embætisfólki í Fíggjarmálaráðnum. Sambært uppritinum innihalda teir ongar, politiskar raðfestingar. 

- Politisk viðgerð av játtanarkørmunum við sparingum og raðfestingum fer at hava við sær, at karmarnir væntandi verða nakað broyttir fram til uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027, stendur í uppritinum, sum er dagfest í gjár, 16.juni.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985