Smyril ger eykatúr á jóansøku

Smyril ger eykatúr á jóansøku
Siglt verður á Krambatanga, og haðani koyra eyka bussar til Vágs
Nú er greitt, at Smyril ger ein túr aftrat í sambandi við jóansøkuna.
 
17.06.2026 - 10:57

Smyril ger ein túr aftrat millum Havnina og Suðuroynna leygardagin á jóansøku.

Upprunaliga skuldi Smyril bara sigla ein túr suður á óansøku leygardagin, men skjótt var túrurin útseldur. 

Nú boðar Strandferðslan frá, at ein túrur verður sigldur aftrat. Tó ikki suður á Vág, har Jóansøkan verður hildin í ár, men á Krambatanga, har eyka bussar flyta fólk suður til Vágs.

Sambært dagførdu ferðaætlanini fer Smyril av Tvøroyri klokkan seks leygarmorgunin.

Siglt verður úr Havn suður til Vágs klokkan trý korter til níggju. Síðani fer Smyril av Vági norðureftir klokkan trý seinnapartin, og av Havnini suður á Krambatanga klokkan trý korter til sjey leygarkvøldið.

Síðsti túrur leygardagin verður av Krambatanga norður til Havnar klokkan hálvgum tíggju leygarkvøldið.

Dagførda ferðaætlanin í samband við Jóansøku er á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221