Samrøða: Eingin samanhangur millum brot og avleiðing í Oyndarfjarðarmálinum

Samrøða: Eingin samanhangur millum brot og avleiðing í Oyndarfjarðarmálinum
Tey fimm, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum við tí fyri eyga at avlýsa umvalið í kommununi, fara víðari við málinum í rættarskipanini, sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri
Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, her avmyndaður frammanfyri rættarbygningin í Havn
 
24.06.2026 - 17:28

Teir fimm býráðslimirnir í Runavíkar kommunu, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum við tí fyri eyga at umstoyta avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum at lýsa umval í allari Runavíkar kommunu, fara víðari við sakarmálinum.

Tað sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og ein av teimum fimm, sum á sinni stevndu Fíggjarmálaráðnum, sum yvirtók málið frá Løgmálaráðnum, tá landsstýrið varð broytt í desember í fjør.

Eystari landsrættur fríkendi formannin í valstýrinum í Oyndarfirði, sum var ákærdur fyri valsvik. Men í sama viðfangi sigur landsrætturin í niðurstøðuni, at: "Herefter og sammenholdt med de kriminaltekniske erklæringer finder landsretten det bevist, at det ene kryds på den omhandlede stemmeseddel ikke er afsat af en person, der stemte på Jonhard Danielsen.".

Spurningurin er tí, um tey fimm ikki eiga at góðtaka ta niðurstøðuna, og út frá tí góðtaka, at umval skal vera í Runavíkar kommunu.

Men tað heldur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, ikki.

Í samrøðu vísir hann á fleiri viðurskifti, sum eftir hansara tykki, ikki hanga saman, og eitt av teimum viðurskiftunum er, at tað eftir hansara tykki er ein ov ógvislig avleiðing, UM talan er um valsvik, sum landsrætturin rør framundir, at umval skal vera í allari kommununi.

Her vísir Tóri Højgaard á, at tað kann seta fleiri spurningar enn tað gevur svar, um umval verður, tí eitt umval kann í roynd og veru hava við sær, at alt kommunustýrið verður skift út. 

- Hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til tær avgerðir, sum eru tiknar í hesum tíðarskeiðinum, spyr hann.

Millum annað tí heldur hann, at málið skal halda fram í rættarskipanini, eisini um tað hevur við sær, at eitt møguligt umval ikki verður fyrr enn heilt móti endanum av valskeiðinum.

Trýst á pílin

1819417

niðanfyri og hoyr alla samrøðuna, sum varð gjørd við Tóra Højgaard, varaborgarstjóra í Runavíkar kommunu, um rættarmálið hjá teimum fimm býráðslimunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179