Cecilia N. Sørensen skúlastjóri í Porkeri

Cecilia N. Sørensen skúlastjóri í Porkeri
Hilda Jørgensen er sett sum einalærari í Haraldssundi
Cecilia Nolsøe Sørensen verður skúlastjóri í Porkeri næsta skúlaár.
 
02.07.2026 - 08:49

Cecilia Nolsøe Sørensen fer komandi skúlaár at røkja starvið sum skúlastjóri í Porkeris skúla fyri Beintu G. Jacobsen, sum fer í farloyvi. 

Tað skrivar Undirvísingarstýrið á heimasíðu síni.

Cecilia er 41 ára gomul og ættað av Tvøroyri. Hon byrjar í starvinum 1. august.

Umframt at vera útbúgvin lærari hevur hon eina Bachelor of Sciense-útbúgving í vinnubúskapi og sálarfrøði. 

Hon hevur fleiri ára royndir sum lærari, og hevur eisini fyrr verið skúlastjóri í eitt ár.

 


Hilda Jørgensen. 

 

 

Einalærari í Haraldssundi

Undirvísingarstýrið skrivar eisini, at Hilda Jørgensen er sett sum einalærari í Haraldssunds skúla frá 1. august 2026.

Hilda er 38 ára gomul og býr í Klaksvík.

Hon er útbúgvin lærari frá Føroya læraraskúla við linju í alis- og evnafrøði, støddfrøði og ítrótti - herundir svimjing.

Umframt bæði undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum hevur hon eisini royndir á serøkinum.

Og so hevur hon eisini viðkomandi royndir at leiða og arbeiða sum einalærari, skrivar Undirvísingarstýrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334