Russar inni aftur í olympiska hitanum

Russar inni aftur í olympiska hitanum
Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur strikað útihýsingina av russisku olympisku nevndini fyribils, og tí kunnu russar aftur kappast í OL undir egnum flaggi
Russiska flaggið til olympisku summarleikirnar í Rio de Janeiro í Brasil í 2016
Mynd: Kai Pfaffenbach/Action Images/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 21:14

Russisk ítróttafólk kunnu nú aftur kappast til Olymiskar leikir undir egnum flaggi.

Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur strikað útihýsingina av russisku olympisku nevndini fyribils, skrivar in.fo. 

Russland hevur verið útihýst í OL-høpi síðan oktober 2023, sum avleiðin av russisku innrásini í Ukraina, sum byrjaði í februar í 2022, og statsstýrdum dopingroyndum. Síðan hava russiskir íðkarar kappast undir uttanveltaðum flaggi.

Nýggjar reglur leggja upp til, at ítróttafólk skulu ikki revsast fyri atburð og gerðir hjá stjórn teirra, skrivar The Guardian.

IOC sigur seg kortini ikki hava broytt støðu til russisku innrásina í Ukraina.

 - IOC stendur í samhuga við olympisku nevndini í Ukraina, sum olympiska rørðslan hevur stuðlað síðan kríggið byrjaði og frameftir fer at gera, skrivar altjóða olympiska nevndin á heimasíðu síni.

Ikki er kortini vist, um russiska flaggið og tjóðsangurin vera at síggja og hoyra til Olympiskar leikir. Ta avgerðina skal IOC taka seinni.

Altjóða olympiska nevndin fer framvegis ikki at skipa fyri ítróttakappingum á russiskari jørð.

Næstu summarleikirnir vera í Los Angeles í 2028.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711