USA lopið á 90 mál í Iran

USA lopið á 90 mál í Iran
Kollveltingarhirðin sigur seg afturfyri hava lopið á amerikanskar hernaðarstøðir í Barein og Kuvait
Aftur í gjárkvøldið og í morgun hava USA og Iran lopið á mál hjá hvørjum øðrum.
Mynd: Open Canada  
 
09.07.2026 - 08:05

Amerikanskar herdeildir raktu í nátt umleið 90 mál í Iran, skrivar hernaðarliga høvuðssætið hjá USA fyri Miðeystur og Mið Asia, Centcom, á miðlinum X í morgun.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði eftir at NATO-toppfundurin var liðugur í gjár, at fyribils avtalan, sum Iran og USA skrivaðu undir í juni mánaði, var brotin.

- Iran brýtur avtaluna hvønn dag, segði hann.

Sambært Trump er ikki vist, at londini semjast um eina endaliga avtalu.

- Vit gera tað kanska bara uttan eina avtalu. Tað er lættari, segði Donald Trump í gjár.

Hann ávaraði eisini um, at USA fór at leypa aftur á Iran í gjárkvøldið, og út á kvøldið varð váttað, at herurin hevði lopið á.

- Hetta er afturfyri, at Iran bumbaði amerikonsk skip. Og hendir tað aftur, verða álopini nógv verri, skrivaði forsetin, Donald Trump, á miðlinum  Truth Social seint í gjárkvøldið.

Trý fólk lótu lív í álopum har vesturi í landinum, skrivar AFP-tíðindastovan.

 

Iran svarað aftur

Iranska kollveltingarhirðin, IRGC, boðar í morgun frá, at tey hava lopið á amerikanskar hernaðarstøðir í Barein og Kuwait, og at álopini eru aftursvar.

Tað skrivar almenna iranska sjónvarpsstøðin, IRIB, sambært AFP.

Kollveltingarhirðin sigur seg hava rakt týdningarmikið undirstøðukervi og virksemi við amerikonsku hernaðarstøðirnar, Arifjan og Ali Al Salem i Kuvait og Juffair og Sheikh Isa i Barein, við rakettum og dronum.

Kollveltingarhirðin sigur eisini, at tey fara at leypa á fleiri støð í økinum, koma nýggj álop úr USA.

 

Biðið um vápnahvíld

Donald Trump segði fyri løtu síðani, sambært bretska kringvarpinum, at Iran hevur biðið hann gera eina avtalu um vápnahvíld.

Forsetin tosaði í forsetaflogfarinum, Air Force One, sum júst var lent aftur í Maryland úr Ankara í Turkalandi, har forsetin var við á NATO-fundi.

Sambært BBC segði Trump, at Iran ringdi fyri løtu síðani, og at tey vilja so sera fegin gera eina avtalu.

Í gjár segði Trump, at vápnahvíldin var av, og at tað var tíðarspilla at tosa við iranar.

Hesar seinastu viðmerkingarnar hjá Trump, forseta, eru ikki váttaðar úr Iran, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572