- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimtan ár síðani yvirgangsálopið á Utøya

Nú, tað í dag eru fimtan ár síðani yvirgangsálopið á norsku oynni, Utøya, og á stjórnarbygningarnar í Oslo, minnast tey í Noregi tey 77 fólkini, sum lótu lív í álopinum.
Nógv av teimum, sum vóru á Utøya, hava verið fyri ágangi frá høgrasinnaðum, sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur.
Hann sigur, at tað er eitt rák í norska samfelagnum í dag, at nógv hoyrast, sum leggja hatur á Javnaðarflokkin og serliga á forsætisráðharran, og stjórn hansara:
Hoyr samrøðu við Jógvan Hugo Gardar, journalist:
Almennu minningarhaldini byrjaðu klokkan níggju í morgun við minninngarstaðið uttanfyri Høyblokka við stjórnarbygningarnar, skrivar norska kringvarpið, NRK.
Minningarhald var eisini klokkan ellivu í dómkirkjuni í Oslo, har millum onnur Haraldur, kongur og Sonja, drotning tóku lut.
Álopini fyri fimtan árum síðani vóru á oynni, Utøya, har ein politisk ungdómslega var og móti stjórnarbygningunum í Oslo.
Á Utøya lótu 69 fólk, serliga ung fólk, sum vóru á politiskari legu, lív. Við stjórnarbygningarnar lótu 8 fólk lív.




























