Vakmyndatólini koma

Vakmyndatólini koma
Nýggja samgongan ætlar eins og tann undanfarna at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól
Tey koma.
 
30.07.2026 - 09:01


Nýggja samgongan ætlar eins og tann undanfarna at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól.

Gamla samgongan kom í tingið við uppskotinum 4. desember í fjør.

Men tað var ikki avgreitt har, tá boðað var frá løgtingsvali.

Undanfarna løgting heitti á landsstýrið um at koma við lógaruppskoti um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum. 

Hesa heimild, tað er at brúka vakmyndatól til at hava eftirlit við almennari ferðslu fyri at økja trygdina og fremja tryggleika, hava kommunurnar ikki í lógini um vakmyndatól.

Kommunur skulu hava samráð við politiið og hava tilmæli haðani, áðrenn tær seta upp vakmyndatól, sum lógarbroytingin umfatar.

Og upptøkur haðani kunnu bara latast politinum. 

Tær skulu strikast í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkuna.

Uppskotið um vakmyndatól kemur í tingið í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334