Meiri enn tak yvir høvdið

Meiri enn tak yvir høvdið
Soleiðis eitur nýggja útvarpsstuttrøðin um bústaðarbygging, ið verður send fyrstu ferð í dag beint eftir tíðindini klokkan 17
 
03.08.2026 - 11:55

Komandi árini skulu byggjast fleiri túsund bústaðir í Føroyum, men hvussu skal farast fram, tá so nógv skal byggjast eftir lutfalsligari stuttari tíð?

Tá hugsað verður um tað, ið er bygt farnu árini, er tað neyvan nøkur loyna, at arkitektoniska dygdin er heldur misjøvn – og hóast nógv er væl frágingið, finna vit eisini bygging, ið kanska hevði verið betri ógjørd.

Í hesari útvarpsstuttrøðini, ið telur fýra sendingar, fara vit á gátt hjá einum arkitekti í hvørjari sending, har ið arkitekturin sigur okkum um sín egna bústað, nevnir dømi um góða bústaðarbygging, tað veri seg í Føroyum og/ella uttanlands, samstundis sum vit skifta orð um hvussu farast skal fram, nú so nógv skal byggjast.

Eisini fáa arkitektarnir eina serstaka uppgávu, ið teir skulu royna at loysa í sendingini.

Í fyrstu sendingini tosa vit við Annie Heinesen, arkitekt, sum eitt nú sigur, at býlingurin Dalabúð, sum Bústaðir hevur bygt, er dømi um góða bústaðarbygging, har ið hædd er tikið fyri góðum arkitekturi, fólk eru raðfest framman fyri bilarnar, tey flestu hava útsýni og eitt uttandura øki, samstundis sum býlingurin tekur seg væl út í verandi grannalagi.

Meiri enn tak yvir høvdið, fyrstu ferð mánadagin klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809