Tá nógv verður bygt í senn er lítið av tíð til umhugsan

Tá nógv verður bygt í senn er lítið av tíð til umhugsan
Tað sigur Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, sum vísir á, at tá tað í Danmark varð bygt nógv í einum tíðarskeiði, var lítið av tíð til umhugsan - og hetta sást aftur
Sethúsini hjá Jákupi Paula Johannesen í Klaksvík við bilskýlinum, ið sum fráleið vaks til eina íbúð omanfyri
 
24.08.2026 - 10:00

Í hesari fjórðu og seinastu sendingini í stuttrøðini Meiri enn tak yvir høvdið vitja vit Jákup Paula Johannesen í Klaksvík.

Í samrøðuni lýsir Jákup Pauli sín egna bústað, ið er eini hús frá 1948, sum tey hava dagført til sín tørv, samstundis sum hann greiðir frá húsunum, ið hann bygdi á sama stykki, og har alt byrjaði við einum bilskýli.

Jákup Pauli Johannesen, sum heldur okkum kunna fáa nógvan íblástur frá gomlu føroysku bygdini, nemur eisini við fleiri týðandi faktorar, nú nógv skal byggjast skjótt.

Eisini spyrja vit, um húsbátar kunnu gerast ein møguleiki í Føroyum.

Og so er spurningurin, hvussu Jákup Pauli fyriheldur seg til serstøku uppgávuna, har ið eitt par við tveimum børnum skulu byggja fyri 2,5 milliónir krónur.

Meiri enn tak yvir høvdið er á útvarpsskránni í dag klokkan 17:05.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527