Vitan: Mýtan um etingarólag stendur fyri falli

Vitan: Mýtan um etingarólag stendur fyri falli
Børn úr vælbjargaðum heimum fáa munandi oftari eina almenna diagnosu, at tey hava etingarólag, men diagnosan er býtt sosialt skeivt
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað.
Mynd: Shutterstock  
 
22.09.2026 - 17:15

Børn úr vælbjargaðum heimum fáa munandi oftari eina almenna diagnosu, at tey hava etingarólag, meðan ung úr heimum við minni ressursum eru í meira enn tvífalt so stórum vanda fyri at ganga við álvarsligum sjúkueyðkennum uttan nakrantíð at fáa hjálp.

Tað hevur leingi verið fatanin, at etingarólag fyrst og fremst rakar ungar gentur úr vælbjargaðum heimum. Men ein nýggj ph.d.-kanning frá Københavns Universitet vísir nú, at hendan myndin í stóran mun er skapt av einari heilsuskipan, sum ikki sær øll líka væl.

Kanningin, sum føroyska Andrea Joensen stendur á odda fyri, byggir á almennar heilsudátur hjá meira enn 500.000 dønum, og eini stórari spurnarkanning við 44.000 ungum í stóru føðingarkohortuni Bedre Sundhed i Generationer.

– Vit hava leingi hildið, at etingarólag serliga er ein trupulleiki millum ungar gentur í vælbjargaðum familjum. Men tá vit hyggja eftir, hvør í veruleikanum hevur álvarslig sjúkueyðkenni heima í gerandisdegnum – og ikki bara hvør hevur verið hjá lækna – so vendist myndin fullkomiliga á høvdið, greiðir Andrea Joensen frá.


 

Skeivt býti í heilsuskipanini

Hyggur mann bert at teimum, sum hava fingið eina almenna diagnosu, hava ung við foreldrum við langari víðari útbúgving 35 prosent hægri vanda fyri at fáa eina slíka staðfest.

Men tá ið granskararnir spurdu tey ungu um teirra veruligu sjúkueyðkenni, vísti tað seg, at ung úr heimum, har foreldrini bert hava fólkaskúlaútbúgving, vóru í tvífalt so stórum vanda at hava álvarslig sjúkueyðkenni upp á anoreksi, bulimi ella tvingsilseting, sum er at noyða mat niður í seg.

– Hetta vísir, at tað er ein stórur sosialur munur á, hvør verður uppdagaður. Ein diagnosa krevur, at trupulleikin verður sæddur, og at viðkomandi verður víðari ávístur. Tí geva almennu diagnosurnar als ikki eina sanna mynd av, hvør er sjúkur, sigur Andrea Joensen.

 

Kanningin vísir á, at foreldur við hægri útbúgving mangan duga betur at navigera í heilsuskipanini, seta orð á trupulleikarnar mótvegis læknum og krevja røtta viðgerð. Harvið sleppa børnini hjá teimum inn í skipanina, meðan ung úr minni ressursusterkum heimum verða yvirsædd.


Lívshættislig sjúka

Tað hevur stórar avleiðingar at ganga við óviðgjørdum etingarólagi. Sjúkan byrjar oftani tíðliga í ungdómsárunum – ofta millum 12 og 15 ára aldur – og longri ein gongur uttan hjálp, meira festir sjúkan seg:

– Etingarólag er ein álvarslig sálarlig sjúka, sum kann gerast kronisk og í ringasta føri lívshættislig. Tey ungu ganga mangan einsamøll við stórari skomm, og tey mistrivast, sigur Andrea Joensen.

Hon leggur aftrat, at fakfólk eiga at hava eina munandi breiðari fatan av, hvussu etingarólag sær út:

– Tað eru ikki bara ultraklænar gentur við anoreksi, sum hava etingarólag. Tað rakar eisini menn, og tað rakar fólk, sum eru normal- ella yvirvektug og stríðast við tvingsilseting. Og tað mest týðandi er: Tað eiga ongantíð at vera ressursirnar hjá familjuni, sum gera av, um eitt ungt menniskja fær lívsneyðuga hjálp.

Andrea Joensen, sum júst hevur vart sína ph.d.-ritgerð ”Early origin of eating disorders”, heldur nú fram í einum postdoc-starvi á Københavns Universiteti, har hon saman við granskarum í Onglandi og Noregi skal kanna, um sami sosiali ójavnin ger seg galdandi har.

Lurta eftir sendingini Vitan, har tú hoyrir alla samrøðuna við Andreu Joensen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462