Vesi í miðbýnum: - Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki

Vesi í miðbýnum: - Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki
Tórshavnar kommuna hevur snarað lykilin til almennu vesini í miðbýnum, men hetta kann kommunan ikki bjóða fólki, heldur býráðslimur
22.09.2026 - 19:24

Um tú skalt á vesi, meðan tú gert tíni ørindi í miðbýnum í Havn, so mást tú halda tær, til tú ert komin oman í Sandagerð. 

Eingi tøk almenn vesi eru nevniliga í miðbýnum í Havn, og tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, ikki, at kommunan kann bjóða fólki.

 

Fólk á gøtuni eru samd

Hesum er Vera Bjørgvin samd við. Hana hittu vit á gøtuni í Havn, og hon heldur hvørki, at hetta er nakað, mann eigur at bjóða føroyingum ella ferðafólki. 

Sambært grein í Dimmu sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at løgreglan staðiliga hevur heitt á býráðið at steingja almennu vesini um kvøldarnar og næturnar, tí tey verða brúkt til at keypa, selja og nýta rúsevni. Tá vit vóru á staðnum tíðliga seinnapartin, var tó eisini stongt.

Vit hava spurt, um politiið kann vátta hesa útsøgn, men hetta fær politiið ikki givið svar um í dag.

 

Ikki trupult at finna eina loysn

Men ein loysn eigur ikki at vera trupul at finna, spyrt tú Trónd Sigurðsson. 

Til dømis kann trygdin, sambært honum, styrkjast við vaktarhaldi á staðnum. 

Spurdur um, hvussu nógv kommunan kann brúka upp á hetta, er svarið, at vit noyðast at brúka tað, sum krevst og er neyðugt fyri at fáa skil á støðuna.

Vit ætlaðu at spyrja Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um hvussu hon ætlar at loysa støðuna. Men tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur í borgarstjóranum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585