Sum at hava fingið eitt nýtt lív

Sum at hava fingið eitt nýtt lív
Ragnar Jacobsen, ella betri kendur sum Ragnar í Vík, var blivin blindur, men eftir eina skurðviðgerð hevur hann fingið sjónina aftur
Ragnar í Vík hevur fingið sjónina aftur
 
14.08.2026 - 14:36

Síðsta leygarkvøld var stór føðingardagsveitsla í Haldórsvík. Kendi sangarin Ragnar í Vík, helt 75 ára føðingadag fyri 180 fólkum á tjaldi á Víkar Camping.

 

-Nógv søgdu at hetta var ársins veitsla. Nógvir tónleikarar vóru við og so slapp eg at heilsa uppá nógv fólk sum eg ikki hvi sæð langa tíð.

 

Men tað allat besta fyri Ragnar er, at hann hevur fingið sjónina aftur. Sjónin hevur verið ring í nógv ár og nú var hann at kalla heilt blindur. Hann sá bara ljós. Fyrr í ár fekk hann so eina skurðviðgerð, nýggjar linsur í eyguni, og nú hevur hann fingið sjónina aftur.

 

-Hetta er veruliga sum at hava fingið eitt nýtt lív. Tá eg vaknaði aftur, segði eg við konuna: "Sært tú soleiðis út". Tað var ótrúligt at síggja aftur. Og nú havi eg sæð tey smæstu abbabørnini fyri fyrstu ferð, sigur Ragnar.

 

Nú kann hann fara á flot, sum hann elskar. Tá Kringvarpið kemur at vitja, er hann júst liðugur at hagreiða fiskin sum hann fekk á floti í gjár. Hann hevur ein lítlan tríbekk og kann fara einsamallur á flot. Áðrenn kundi hann einki.

 

-Eg hevði fyrireikað meg til, at eg kom ongantíð at síggja aftur. So hetta er fantastiskt.

 

Ragnar í Vík var nógv at hoyra í Útvarpinum tann tíð tað var og hann framførdi nógva staðni. Sjálvt um árini nú eru blivin nógv fleiri, avvísir hann ikki at tað kann blíva til eitt sindur av tí nú eyguni eru komin aftur.

 

-Vit hava ein bólk, sum spælir av og á. Eitt prosjekt hjá mær sjálvum, sum er á skránni í nærmastu framtíð, er ein stovukonsert í Streymnesi. Nú dámar mær smærri tiltøk, har fólk kunnu sita og hugna sær, sigur Ragnar í Vík.

 

Her kanst tú hoyra samrøðuna við Ragnar í Vík:

 

1826990

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210