Breddin: Ja ella nei til samráðingar við ES um limaskap

Breddin: Ja ella nei til samráðingar við ES um limaskap
Fólkaatkvøða verður í Íslandi 29. august, um samráðingar um íslendskan limaskap í ES skulu takast uppaftur
Fólkaatkvøða verður í Íslandi 29. august, um samráðingarnar um ES-limaskap skulu takast uppaftur
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.08.2026 - 09:26

Ja ella nei til ES.

Tað er evnið i Breddanum í dag, tí 29. august veðrur fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av, um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur um limaskap.

Íslendingar er ikki samdir, og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku.

Hvat hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES, og hví er hetta eisini viðkomandi fyri okkum í Føroyum, spyrja vit í sendingini.

Samrøða er m.a. við islendska fíggjarmálaráðharran, Daða Már Kristoffersson. Hann heldur ikki, at íslendingum nýtist at stúra fyri fiskivinnulóggávuni í ES.

Breddin klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928