Jákup Andreasen: Hugleiðir á Facebook-bólki um farnar dagar

Jákup Andreasen: Hugleiðir á Facebook-bólki um farnar dagar
70 ára gamli klaksvíkingurin Jákup Andreasen, sum býr í Vestmanna, finnur fragd í at hugleiða til gamlar myndir úr Klaksvík og Kalsoynni
Jákup Andreasen hugleiðir ofta til myndir av farnum døgum í Klaksvík og Norðoyggjum. Her saman við Nestanga, sum pápin átti
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
18.08.2026 - 10:41

Jákup Andreasen fekk áhuga fyri at vita meira um familjuna og forfedrarnar um tað mundið hann fór um tey hálvthundrað árini. Í 2009 gav hann so út eina bók um familjuna hjá mammuni av Trøllanesi við heitinum "Wollesfólkini og Trøllanes", og fyri tveimum árum síðani kom myndabók við viðmerkingum og huygleiðingum, "Afturbrá - gamlar myndir úr Norðoyggjum".


Men hesi seinastu árini hevur Jákup gjørt mest gjørt vart við seg á Facebookbólkinum "Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum", har hann ofta hevur gamlar myndir og skrivar hugleiðingar til tær.


Jákup vaks upp í Klaksvík og bæði foreldrini eru av Kalsoynni, og tí hava Klaksvíkin og ikki minst Kalsoyggin hansara serliga áhuga, hóast hann í mong ár hevur búð og framvegis býr í Vestmanna, har hann øll tey fyrstu árini var stjóri á Fiskivinnuskúlanum, sum nú eitur Miðnám í Vestmanna.


Hann átti nógvar gamlar myndir, sum hann eisini hevði fingið frá fólki í sambandi við bókaútgávurnar. Tá so korona kom fann hann uppá at leggja myndir út á Facebook-bólkin fyri Klaksvík og Norðoyggjar og skrivar viðmerkingar til myndirnar.


-Eg hevði stóra gleði av pallinum tidarrit.fo, har gomlu dagbløðini liggja, men sum nú er óvirkin. Tað haldi eg er stórt spell. Tað hevur skund at finna tøknina sum skal brúkast í framtíðini, sigur Jákup Andreasen.

 

Her kanst tú hoyra samrøðuna við Jákup Andreasen.

1827490

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576