ES innflutti fisk úr Russlandi fyri hálva milliard í juni

ES innflutti fisk úr Russlandi fyri hálva milliard í juni
Hetta er størsta tal síðani í november 2024
 
19.08.2026 - 08:07

Hóast alt tosið í ES um revsitiltøk móti Russlandi, innflutti ES 70 prosent meira fisk úr Russlandi í juni enn í mai.

Innflutt var fyri 74,9 mió. evrur, 560 mió. krónur, í juni.

Hetta er størsta tal síðani í november 2024. 

Fiskur og annað úr sjónum var ikki við, tá ES 23. juli samtykti 21. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi.

Meiriluti var ikki í ES fyri tí.

Serliga Týskland, Pólland og Portugal tóku ikki undir við tí. 

Týskland er størsti fiskakeypari hjá Russlandi. Síðani koma Frakland og Niðurlond.

Annar russiskur útflutningur til ES var átta prosent minni í fyrra hálvári enn somu tíð í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203