15 vilja vera deildarleiðari á Útlendingastovuni

15 vilja vera deildarleiðari á Útlendingastovuni
Starvið verður sett 1. oktober ella 1. november
Bæði menn og kvinnur hava søkt starvið sum deildarleiðari á Útlendingastovuni.
 
25.08.2026 - 14:45

15 fólk vilja vera deildarleiðari á Útlendingastovuni. Freistin at søkja starvið var úti 10. august.

Bæði kvinnur og menn hava søkt. 

Útlendingastovan er skipað undir Vinnustovninum, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum.

Útlendingastovan varðar av útlendinga- og integratiónsøkinum í Føroyum og tekur avgerð í umsóknum frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og familjusameining, umframt at hon vegleiðir um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum. Harumframt røkir Útlendingastovan uppgávur í sambandi við lógina um flóttar úr Ukraina.

 

18 starvsfólk

Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, sigur, at nýggi deildarleiðarin á Útlendingastovuni verður settur 1. oktober ella 1. november.

18 fólk starvast á Útlendingastovuni.

Sólvá Dam hevur røkt starvið sum deildarleiðari fyri Útlendingastovuna síðan 2021, men er nú farin í nýtt starv sum deildarstjóri í Almanna- og bústaðamálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342