Grønlendska landsstýrið kolldømir aðra frágreiðingina í snyrilsmálinum

Grønlendska landsstýrið kolldømir aðra frágreiðingina í snyrilsmálinum
Naalakersuisut kolldømir aðra frágreiðingina í snyrilsmálinum, sum var almannakunngjørd ídag
Mynd: Savn  
 
28.08.2026 - 18:42

Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, kolldømir aðra frágreiðingina í snyrilsmálinum, sum var almannakunngjørd ídag.

Tað er greitt eftir, at landsstýrið hevði tíðindafund í Nuuk seinnapartin í sambandi við at frágreiðingarnar vóru almannakunngjørdar.

Tað vóru landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen og landsstýriskvinnan í lógarmálum, Mariane Paviasen Jensen, sum hildu tíðindafundin. 

Frágreiðingarnar, sum tvey serfrøðingalið hava gjørt, siga millum annað, um snyrilsmálið í Grønlandi er brot á mannarættindi ella ikki.

Okkara tíðindakvinna, Sigrún Brend, var við á tíðindafundinum í Nuuk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

 

Landsstýrisformaðurin vildi ikki niður í smálutir á tíðindafundinum, tí at talan er um grønlendskar kvinnur, ið hava ligið undir hesum í so nógv ár.

Grønlendska landsstýrið vil, at ein sáttarnevnd nú verður sett.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928