- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brim og Olivia best umtóktu gentunøvnini

Brim og Olivia vóru best umtóktu nøvnini hjá gentum, sum vóru føddar í Føroyum í fjør.
Og Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini hjá dreingjum.
Onnur væl umtókt nøvn hjá gentum vóru Anna og Bjarta.
Og onnur væl umtókt nøvn hjá dreingjum eru Gilli, Hákun og Gabriel, skrivar Hagstovan.
Navnið Brim er lutfalsliga nýtt í Føroyum, skrivar Hagstovan.
Uppgerðin av nøvnum vísir, at Brim var fyrstu ferð givið gentum, føddum í Føroyum, í 2024. Við ársenda í fjør búðu 11 kvinnur við navninum Brim í Føroyum.
Navnið Olivia er væl kent navn í Føroyum og hevur væl umtókt seinastu árini.
Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið Olivia, og við ársenda í fjør vóru 78 kvinnur við navninum Olivia búsitandi í Føroyum. Bæði Brim og Olivia hava eina ferð áður verið best umtókta gentunavn, og tað var í fjør.





















