- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland fær skyldina fyri dronuhendingar í floghavnini í Leipzig

- Russland stóð aftan fyri dronuhendingar í Týskland í síðsta mánaði.
Tað segði týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, í gjár.
Tað var fyrst í august, at nakrar dronuhendingar vóru í Leipzig. 4. august var ein spreingilødd drona funnin tætt við eitt ukrainskt farmaflogfar á flogvøllinum. Flogvøllurin varð stongdur alt fyri eitt.
Ein onnur drona var eisini funnin, og fólk í eini bygd nærindis søgdu seg hoyra eina spreinging í einum skógi við flogvøllin. Starvsfólk í torninum í flogvøllinum sá samstundis eina royksúlu við endan á flogbreytini.
Nakrar dagar seinni var aftur ein drona funnin á flogvallarøkinum.
Týsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at tað er Russland, sum stóð aftan fyri hendingarnar.
Alexander Dobrindt, innanríkisráðharri, og Johann Wadephul, uttanrikisráðharri, á tiðindafundi í gjár. (Mynd: Martin Schlicht/Reuters/Ritzau Scanpix)
Putin vísir aftur
Vladimir Putin, russiski forsetin, var skjótur út og vísti hesum aftur. Longu í gjárkvøldið segði hann, at Týskland í loyndum hevur lagt nøkur sokallað prógv fyri at geva Russlandi skylduna fyri hendingina.
Týskland hevur nú boðað frá, at tað letur russisku konsulátini í Berlin og í Bonn aftur.
Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar stuðla Týsklandi.
Mette Fredriksen, danski forsætisráðharrin, er ein teirra. Hon sigur, at Russland roynir at syndra Evropa, og samstundis loypur Russland hvønn dag á Ukraina.
- Vit stuðla Týsklandi, og vit stuðla Ukraina, sigur Mette Fredriksen sambært Danmarks Radio.

























