Hondbóltur: EB fekk sannan elddóp í Havn

Hondbóltur: EB fekk sannan elddóp í Havn
EB-menninir fylgdu við í 20 minuttir, men so fór Neistin undan í fyrsta dystinum í bestu deildini. Hjá kvinnum søgt sagt hølvaði VÍF StÍF av á Skála
 
06.09.2026 - 17:57

EB fekk sannan elddóp, tá menninir av Eiði spældu sín fyrsta dyst í bestu mansdeildini.

Neistin tók ímóti á Hálsi í Havn, og vann stórsigur 38-21. EB-menninir fylgdu við í eini 20 minuttir, men eftir tað skrædnaði og heimaliðið fór undan.

Dysturin var eisini fyrsti dysturin hjá afturvenda Rói Berg Hansen fyri Neistan eftir nógv ár í útlegd. Vongurin fekk fýra mál.

Aðrastaðni livdi H71 upp til favorittheitið. Hoyvíkingar vunnu 38-32 á KÍF, og Boas Ellefsen á Skipagøtu skeyt ikki færri enn 14 mál.

VÍF gjørdi bart á Skála við 41-30 sigri á StÍF, og í gjár vann Kyndil 40-21 á Team Klaksvík.

 

StÍF oyruni í maskinuna

Hjá kvinnum var bert ein dystur í dag. VÍF smurdi StÍF av á Skála, har Rakul Borgarlíð Joensen skoraði 10 mál fyri útiliðið, sum vann heili 39-13.

Í gjár vann Stjørnan á 24-22 á Kyndli í Havn, og fríggjakvøldið vann Neistin 30-20 á EB á Hálsi, har spælandi venjarin Maria Fisker Stokholm skoraði sjey ferðir fyri útiliðið.

Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011