- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bundesligan: Tepurt í Týsklandi

Allir føroyingarnir í Bundesliguni vunnu sínar dystir hetta vikuskiftið, men tað var ikki meir hjá tveimum teirra.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu 34-33 á Stuttgart á útivølli. Føroyski vongurin skeyt seks mál í dystinum, sum málverjin Lasse Ludwig avgjørdi við nøkrum bjargingum síðstu minuttirnar.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tríggjar ferðir ímóti Göppingen. Eitt gott mást sæst í samandráttinum omanfyri.
Elias Ellefsen Á Skipagøtu var ikki við í sigrinum ímóti Beitigheim hósdagin, tí hann var sjúkur, men hann var aftur á vøllinum í Göppingen, har Kiel hevði ilt við at fara undan.
Eindin var, at føroyingurin skeyt trý mál og legði upp til tvey í 32-31 sigrinum hjá Kiel, sum hevur fult stigatal eftir trý umfør.
Vilhelm Poulsen gjørdi vart við seg leygardagin, tá Hannover-Burgdorf vann 30-28 á Hamburg. Føroyski bakspælarin fekk nógva spælitíð í álopinum eftir steðgin, tá Renārs Uščins varð skaddur, og tað gjørdi hann sær dælt av við seks málum upp á átta málroyndir.
Vilhelm Poulsen var toppskjútti hjá heimaliðnum.
Tvey góð mál hjá Vilhelmi Poulsen síggjast í samandráttinum omanfyri. Við sigrinum hevur Hannover-Burgdorf fimm stig fyri tríggjar dystir.


























