- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygging til 214 bygningar hjá landinum

Gjaldstovan biður nú um tilboð uppá trygging til bygningar landsins.
Talan er um 214 bygningar, 247.528 fermetrar.
33 bygningar eru á leigaðum grundstykki.
Vektingin er prísurin 100 prosent.
Freistin at bjóða er 16. oktober.
Veitingardagurin er 1. januar 2027. Rammusáttmálin skal galda í trý ár.
Ein sáttmáli aftrat
Talan er um ein rammusáttmála aftrat.
Síðani 2020 hevur landið spart yvir 6,5 mió. kr. við at gera rammusáttmálar um keyp.
Tá almennnir stovnar keypa vørur og tænastur, vera rammusáttmálar gjørdir.
Keypt verður til nógvar stovnar í einum. Hetta verður gjørt á Keypsportalinum.
71 útboð í fjør
71 útboð vóru stovnað har í fjør.
Hetta eru 61 prosent fleiri enn í 2024.
Níggju rammusáttmálar vóru gjørdir í fjør.























