Arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin gongur eftir ætlan

Arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin gongur eftir ætlan
Ein boring gjøgnum Traðarhamar er í gongd, og Vikmar ger í løtuni ískoytiskanningar av havbotninum í Skúvoyarfirði og Suðuroyarfirði
Forprosjektini fyri vegir og tunlar á landi verða send Landsverki til góðkenningar í heyst. 
 
11.09.2026 - 08:58

Eingin ætlan er um at broyta lógina um at fyrireika Suðuroyartunnilin. sum løgtingið samtykti 25. februar.

Og arbeiðið gongur eftir ætlan.

Ein boring gjøgnum Traðarhamar er í gongd. Og Vikmar ger í løtuni ískoytiskanningar av havbotninum í Skúvoyarfirði og Suðuroyarfirði.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann. 

 


Tá skrivað var undir semjuskjalið um Suðuroyartunnilin. Í miðjuni Jenis av Rana, sum nú hevur spurt landsstýrismannin, hvussu gongur at fyrireika tunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Forprosjekt sent Landsverki 

P/F Suðuroyartunnil hevur sent Landsverki umsókn um at góðkenna forprosjektið. Tað var 21. mai. 

Landsverk arbeiðir støðugt við málinum saman við serkunnleika um at góðkenna forprosjektið.

Forprosjektini fyri vegir og tunlar á landi verða send Landsverki til góðkenningar í heyst. 

Prosjekteringin er mett taka eitt ár, sigur landsstýrismaðurin.

 


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin gongur sum ætlað.

 

Kanna umhvørvisárin

Umhvørvisárinini vera kannað. Frágreiðingin um tey verður vónandi liðug um árskiftið og send Umhvørvisstovuni, sigur Jacob Vestergaard.

Írestandi jarðfrøðiligu kanningarnar eru í gongd. 

Boringar á Skálafjalli í sambandi við Sandvíkarbergholið eru gjørdar, og boringar á Sandarfløttinum eru eisini gjørdar. 

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040