Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla
Hann hevur verið varaleiðari síðan 2016
Ólavur Olsen er nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla.
 
11.09.2026 - 14:01

Ólavur Olsen er settur sum leiðari í Tórshavnar Musikkskúla, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ólavur Olsen er 49 ára gamal og útbúgvin tónleikari og tónleikalærari frá Det Jyske Musikkonservatorium við trompet sum høvuðsljóðføri. Í 2022 varð hann liðugur við diplomútbúgving í leiðslu á Glasi.

Ólavur Olsen hevur starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini síðan 2004, og hevur verið varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla síðan 2016. 

Seinastu tíðina hevur Ólavur Olsen røkt starvið sum virkandi leiðari í Tórshavnar Musikkskúla, og tekur nú við sum leiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053